Fyrrverandi heimsmeistarin, Dino Zoff, sum á sinni vardi italska HM-málið í 1982, varð mánakvøldið offur fyri einum ráni nær heimi sínum í Rom. Zoff hevði júst sett bilin frá sær, tá fleiri ungir ránsmenn løgdu á hann og vildu hava ur, pening og annað frá fótbóltshetjuni. Zoff, sum nú er 64 ár, gav seg tó ikki yvir, og millum sjónligastu úrslitini av hesum var eitt blátt eyga. Enn hevur løgreglan ikki fangað ránsmenninar, sum fingu onkrar virðislutir við sær, tá teir runnu avstað.