Zlatan veddar við venjarar

Svenski Zlatan Ibrahimovic sigst hava tikið av, tá venjari hansara spurdi hann, um hann hevði hug at vedda. Avbjóðingin hjá Zlatan verður at skora 40 mál ella meira hetta kappingarárið. Higar til hevur Zlatan skotið 12 mál, so 38 afturat skulu í meskarnar, tað sum eftir er av kappingarárinum, um hann skal vinna hendan dystin móti Joesp Guardiola. Tað verður ikki sagt, hvat stendur upp á spæl, men er vinningurin ov stórur, kann Guardiola jú altíð seta Zlatan á beinkin nakrar dystir.