Tað hevur verið tað størsta almenna loyndarmálið í fótbólti í fleiri vikur, men nú er tað váttað:
Zlatan Ibrahimovic skal spæla í Manchester United næsta kappingarár.
Og tað er høvuðspersónurin sjálvur, sum váttar tað, tí á sosialu miðlunum skrivar hann, at nú er stundin komin at lata heimin fáa tað at vita: Mítt næsta felag er Manchester United, skrivar hann.
Hetta eru boðini allur fótbóltsheimurin hevur bíðað eftir, men Zlatan so líkt, hevur hann argað og drálað og bóðað við at siga nakað alment. Tvær ferðir boðsendi hann tíðindafólki á tíðindafund í samband við EM í fótbólti, og báðu ferðirnar vóru fjølmiðlar sannførdir um, at nú brast bumban. Men tey fóru aftur sum at torvheiðum báðu ferðirnar, tí maðurin vildi einki avdúka.