- Tá eg gekk inn í eitt rúm, so reisti Pep Guardiola seg upp og fór út. Eg veit ikki um hann ræðist meg, sigur Zlatan Ibrahimovic, um Barcelona venjaran, ið tykist vera høvðusorsøkin til, at Zlatan nú bara er eina lækna kanning frá, at skifta til AC Milan.
FC Barcelona nýtti annars nógvar pengar, tá teir í fjør keyptu Zlatan frá Inter Milan. Barcelona mátti av við næstan 400 milliónir krónur, umframt at Inter Milan fekk Samuel Eto?o og sloppu at lána Alexander Hleb í eitt ár .
AC Milan skal hinvegin bara av við góðar 200 milliónir krónur fyri Zlatan og tað hevur skapt undran millum Barcelona viðhaldsfólkini, tí tað merkir at viðrið á Zlatan er minkað slakar 400 milliónir krónur, uppá bara eitt ár. Tá er írokna, at Samuel Eto?o hevði eitt virðið á góðar 200 milliónir krónur, tá hann skifti til Inter.
Summir miðlar vilja vera við, at Barcelona hevur trupulleikar við gjaldførinum og at tað er ein av høvðusorsøkinum til at hann er seldur. Umframt tað, so skal Barcelona venjarin, Pep Guardiola, ikki vera glaður fyri Zlatan.










