Fótbóltur
Hóast málini hava restað í landsliðshøpi, so hevur Zlatan alla tíðina verið millum teirra, sum hava átt fast pláss á liðnum. Í øllum førum so leingi, sum hann ikki hevur verið fornermaður inn á landsliðsvenjaran.
Seinasta málið í gulum skoraði hann heilt aftur í oktober mánaði 2005, men í gjárkvøldið kom Zlatan so loksins aftur á talvuna. Og talan var um sanna perlu, har Zlatan fyrst bandaði við Henke, og so varð ein sonn kanónkúla send avstað við kós móti handara málhorni, har málverjin ongan sum helst møguleika hevði at verja fyri.
- Tað er stórt at vinna 2-0 í einum so truplum dysti. Tað er deiligt hjá liðnum at vinna, og ikki minni deiligt hjá mær at skora aftur. Nú skulu vit bara njóta hetta, áðrenn vit fara undir næstu uppgávuna, har vit mugu halda fram á sama hátt, segði Zlatan við svenska TV4 aftan á dystin.
Verjukenda spælið hjá verjandi meistarunum hevði annars leingi givið ábendingar um ein málleysan 0-0 dyst, men málið hjá Zlatan gjørdi so ein enda á hesum ætlanunum. Og tá Petter Hansson seks minuttir seinni skoraði eftir klossut grikst verjuspæl, var púrasta leyst og liðugt hjá svium, sum við hesum fingu eina góða byrjan upp á endaspælið.










