Zlatan sendi Svøríki til EM

Svenska stjørnan var avgerandi leikarin, tá Danmark og Svøríki í kvøld spældu avgerandi play-off dystin

 

Seinastu play-off dystirnir til komandi EM endaspæl í Fraklandi hava í kvøld verið á skránni.

 

Í Danmark spældu Danmark og Svøríki, meðan Slovenia og Ukreina spældu í Slovenia.

 

Svøríki hevði undan dystinum eina 2-1 leiðslu við sær frá tí fyrra dystinum, og tí var danska liðið noytt at leypa á frá byrjan til dystin í kvøld. Tað var tó Svøríki, ið fekk ta betru byrjanina, tí longu aftaná 19 minuttir legði svenska stjørnan Zlatan Ibrahimovic, Svøríki á odda 1-0.

 

Tá 76 minuttir av dystinum vóru leiktir, fall avgerðin í dystinum. Við einum frálíkum frísparksmálið punkteraði Zlatan Ibrahimovic donsku vónina, tá hann skoraði til 2-0 til Svøríki. Danmark skuldi tá skora fýra ferðir, fyri at gera sær vón um at koma víðari.

 

Sigast skal, at Danmark megnaði at koma inn aftur í dystin, men tað var ov seint. Yussuf Poulsen minkaði fyrst til 2-1, og í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat javnaði Jannick Vestergaard til 2-2, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Í hinum dystinum vann Slovenia 1-0 móti Ukreina. 1-0 sigurin var tó ov lítið fyri Slovenia, tí Ukreina vann fyrra dystin 2-0.

 

Svøríki og Ukreina eru sostatt seinastu londini, ið hava leikt seg til EM endaspælið í Fraklandi komandi summar.

 

 

Danmark – Svøríki 2-2 (1-0)

Slovenia – Ukreina 1-0 (1-0)