Avgerðin hjá bretum at melda Stórabretland úr ES kostar nú svensku fótbóltshetjuni, Zlatan Ibrahimovic, nógvar pengar.
Tá hann gjørdi sáttmálan við Manchester United, varð sáttmálin gjørdur í bretskum pundum. Hetta var áðrenn bretar atkvøddu seg úr ES. Men síðani er bretska pundið fallið meira enn 10 prosent, og tað merkir – sambært Financial Times, at Zlatan Ibrahimovic fær 200.000 krónur minni í løn um vikuna – ella 10,4 milliónir krónur um árið.
Sáttmálin við Manchester United gevur – sambært Business Insider – Zlatan Ibrahimovic 104 milliónir krónur um árið.
Men Zlatan Ibrahimovic hevur longu lært av nógvu pengunum, hann hevur um hendi. Tí hann hevur longu investerað nógvar fótbóltsmilliónir í eitt íløgufelag saman við fyrrverandi liðfeløgunum úr Paris Saint-Germain, Marco Verratti, Maxwell og Salvatore Sirigu. Hetta er eitt íløgufelag, sum setir váðafúsan kapital í ávíst projekt fyri at tjena pengar. Tað skrivar svenska Aftonbladet.
Hetta felag eitur Ciroo og hevur høvuðssæti í Milano. Zlatan Ibrahimovic eigur meirilutan, 58 prosent, meðan hinir eiga 14 prosent hvør.
---
Zlatan Ibrahimovic, sum nú er givin á svenska landsliðnum, spældi annars sín fyrsta landsdyst ímóti Føroyum. Tað eydnaðist ikki málrevinum at fáa bóltin í kassan í tí dystinum, tí eins og Føroyar ikki skoraði, so skoraði Svøríki heldur ikki.
Dystuin endaði 0-0.
Talan var um NM kapping – og allir hinir á svenska landsliðnum, uttan Håkan Svensson, sum tvær ferðir áður hevði verið í gula búnanum, royndu seg á fyrsta sinni á svenska landsliðnum. Tað sigur kansa eitt sindur um áhugan hjá svensku landsliðsvenjarunumTommy Söderberg og Lars Lagerbäck (sum nú er íslendskur landsliðsvenjari).
Hagtøl úr Sosialinum 2. februar 2001:
70. Svøríki–Føroyar 0–0
NM kapping
Mikudagin 31. januar 2001 kl. 18.00 Í Tipshallen í Växjö í Svøríki
2.204 áskoðarar