Zlatan liðugur í United

Í gjárkvøldið fór sáttmálin millum svenska áleyparan Zlatan Ibrahimovic og enska felagið Manchester United úr gildi.

 

Sviin kom til Onglands úr PSG í Frankaríki, men fekk bara ein eitt ára sáttmála við ensku steypavinnararnar. Hon hevur hilnast væl í Onglandi, hann gjørdist toppskorari hjá Manchester United við 28 málum. Hann skoraði millum annað tvey mál í League Cup steypafinaluni móti Southampton. 

 

 

Hann fekk tó ein liðbandsskaða í knæið í semifinaluni í Europa League og var tí ikki við í innspurtinum í Premier League ella í Europa League finaluni.

 

Nú er líkt til, at hansara enska ævintýr er at enda komið. Í gjárkvøldið legði hann eina mynd út á Instagram við orðunum, Eg kom, Eg segði, Eg sigraði, ein greið tilvísing til kendu orðini hjá Julius Cæsar.

 

Zlatan Ibrahimovic hevur í síni yrkisleið spælt fyri Malmø, Ajax, Juventus, Inter, Barcelona, AC Milan, PSG og Manchester United.

 

Tað kann hugsast, at sviin fer at halda á at venja við Manchester United, meðan hann roynir at koma fyri seg eftir skaðan. Væntandi verður hann ikki førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrr enn í januar. Tí er eisini gjørligt, at hann fer at skriva undir nýggjan sáttmála við United, um hann megnar at sannføra felagið um, at hann er komin heilt fyri seg aftur. Men fyribils er so samarbeiðið millum hann og felagið endað.

 

Manchester United ætlaðu sær at keypa Antoine Griezmann úr Atletico Madrid, men tað tykist blíva av ongum, eftir at Atletico Madrid hava fingið forboð móti at keypa spælarar. Teir vilja tí heldur ikki selja nakran. 

 

Nú tykist Alvaro Morata úr Real Madrid at vera fyrstavalið hjá Manchester United og Jose Mourinho.