Zlatan kláraði ikki at knekka Mourinho

Fyrru 1/8 finalurnar í Champions League høvdu ongan vinnara

Tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League endaspælinum hava verið í kvøld. Í París spældu PSG og Chelsea 1-1, meðan einki mál kom millum Shakhtar Donetsk og Bayern Munchen.

 

Chelsea kom á odda í París við málið, sum Branislav Ivanovic skoraði. Serbiski verjuspælarin hevur fyrr skotið týdningarmikil mál fyri Chelsea.

 

Í seinna hálvleiki trýsti PSG fyri at fáa útjavnandi málið. Ter fingu eisini løn fyri stríðið, tá Edinson Cavani stútaði bóltin í málið, eftir innlegg út vinstru. Zlatan Ibrahimovic hevði eisini tveir møguleikar, men megnaði ikki at umseta til mál.

 

Í Donetsk kom einki mál, men talan var um intensan dyst. Spælarar hjá báðum liðum høvdu huga at tottast til tíðir. Xabi Alonso hjá Bayern Munchen fekk eisini reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tað endaði málleyst.

 

Champions League 1/8:

PSG – Chelsea 1-1 (0-1)

0-1         Branislav Ivanovic, 36

1-1         Edinson Cavani, 54

 

Shakhtar Donetsk – Bayern Munchen 0-0 (0-0)