TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr tað, sum stóra svenska fótbóltshetjan, Zlatan Ibrahimovic segði við svenskar miðlar, aftaná 2-2 javnleikin, og samlaða 4-3 sigurin yvir Danmark í EM Play Off dystunum.
Áðrenn hesar báðar Play Off dystirnar hevði Zlatan ongantíð skorað ímóti Danmark, men hesaferð kom hann sterkt aftur við tveimum málum í Keypmannahavn ígjár, og einum máli í Stokkhólmi farna leygarkvøld.
Zlatan fortaldi svensku miðlunum, at hann hevði goymt eitt gott frísparksmál til eitt serligt høvið. Og høvið var í Parkini í Keypmannahavn ígjárakvøldið.
Upptøkan er frá svensku TV4 sjónvarpsrásini.