Tað er einki, sum bendir á, at Zlatan Ibramhimovic skal spæla við Barcelona komandi kappingarár. Svenskir miðlar skriva, at familjan hjá spælaranum ikki vil flyta úr Milano, og at tað fyri spælaran hevur ovurstóran týdning, at familjan trívist væl. Forsetin hjá Inter hevur eisini sagt, at hann er ikki vitandi um, at spælarin skal verða partur av einum býtishandli við Barcelona, har Samuel Eto’o ætlandi skuldi hinvegin.