Fyri aðru ferð upp á nakrar fáar dagar, hevur Zlatan Ibrahimovic snýtt fjepparar og fjølmiðlar, ið ótolin hava bíðað eftir, at hann almannakunngerð hvar hann fer at spæla næsta kappingarár.
Í síðstu viku vendi heimsins fjølmiðlar eyguni til tíðindafundin hjá svenska landsliðnum, tí frammanundan varð mett, at svenska stjørnan fór at avdúka hvat lið hann fór at spæla við næsta ár. Í staðin gjørdist talan um ein heldur keðiligan fund, har Zlatan Ibrahimovic ikki avdúkaði tað stóra.
Kortini vakti tað aftur ans, tá sviin skipaði fyri tíðindafundi í dag. Frammanundan var greitt, at talan var um, at hann hevði byrjað eitt nýtt klædnamerkið, men kortini vónaði mong, at hann fór at siga nakað um leysasøgurnar, ið seta hann í samband við Manchester United.
Tey vórðu tó skuffað, tí høvuðsmaðurin var tættur sum tunnan, og avdúkaði einki um sína møguliga framtíð. Í staðin gjørdist enn einaferð greitt, at Zlatan Ibrahimovic ikki hevur nakran serligan hug at gera tað, ið onnur vænta av honum.