Svenska superstjørnan á liðnum hjá Manchester United, Zlatan Ibrahimovic, spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Tað er vorðið greitt í dag, eftir at niðurstøðan er komin eftir álvarsama skaðan sum Zlatan Ibrahimovic fekk í gjárkvøldið í dystinum móti Anderlecht á heimavølli.
Vanliga leiktíðin var um at vera runnin, tá svenski áleyparin lendi skeivt eftir at hann skuldi móttaka ein bólt. Knæðið varð strekt framyvir, og tað sást beinavegin at talan var um álvarsaman skaða. Zlatan Ibrahimovic varð síðani borin av børu av Old Trafford leikvøllinum.
Enn er ikki greitt hvat fyri knæskaða Zlatan Ibrahimovic hevur fingið, men ábendingarnir eru um, at krossbandið kann vera rokið. Er krossbandið rokið, er svenski áleyparin í vanda fyri ongantíð at koma fyri seg aftur sum fótbóltsspælara, av tí at hann er komin so langt upp í árini.
Tað tykist tó púra víst, at Zlatan Ibrahimovic ikki verður at síggja aftur á Manchester United liðnum tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.