Zlatan droymir um Barca

Svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic, sum var toppskjútti í italsku landskappingini farna kappingarár, er farin at droyma søtar dreymar um Barcelona.

- Eg eri ikki tann spælarin, sum verður í sama felag alt lívið. Og tað virkar, sum Barcelona spælir tað slagið av fótbólti, sum verður spældur í 2015. Teir gera alt rætt, sigur Zlaatan við blaðið Aftenposten.