Zlatan argar miðlarnar

Svenska stjørnan sigur seg vita, hvat framtíðin hevur at bjóða, men hann vil ikki fortelja tað fyri miðlunum

Eftir fýra ár í París, har Zlatan Ibrahimovic hevur vunnið fýra meistaraheiti við Paris Saint-Germain, hevur altíð áhugaverda, svenska stjørnan takkað fyri seg í franska høvuðsstaðnum. Hetta elvir til nógvar gitingar um, hvat er næst á skránni fyri umstrídda sviðan.

 

Í løtuni er Zlatan savnaður saman við svenska landsliðnum, ið fyrireikar seg til komandi EM-endaspælið í júst Fraklandi. Fyrr í dag var tíðindafundur, har Zlatan bleiv spurdur inn til framtíð sína.

 

- Framtíð mín er longu skrivað. Tað hevur ongan týdning fyri meg, at skiftið kemur upp á pláss undan EM. Tað er stuttligt at lesa, hvat miðlarnir siga, og eg njóti tað, sigur Zlatan Ibrahimovic sambært svenskum miðlum.

 

Millum annað er blivið spátt, at Zlatan á fyrsta sinni fer at spæla í Onglandi, har Manchester United sambært leysasøgum skuldi havt ein sáttmála í skjáttuni til hávaksna framherjan. Nógvar gitingar eru eisini um, at José Mourinho verður komandi venjarin hjá Manchester United. Zlatan ørkymlaði miðlarnar enn meir, tá ið hann segði soleiðis á tíðindafundinum fyrr í dag:

 

- Mourinho er maðurin, ið kann fáa Manchester United aftur á ovastu rók. Eg hevði eina frálíka tíð saman við honum í Inter, men eg veit ikki, um vit skulu arbeiða saman aftur, segði Zlatan Ibrahimovic at enda.

 

Eftir øllum at døma er tað bara Zlatan sjálvur, ið kennir sítt komandi felag. Almenningurin má eftir øllum at døma brynja seg við toli, áðrenn vit vita komandi felagið hjá 34 ára gamla Zlatan Ibrahimovic.