Ziskatrøð gevur næmingum frí

Eftir eldsbrunan í skúlanum á Ziskatrøð í dag hevur leiðslan á skúlanum givið næmingum í 1. til 8. flokk frí í morgin. Seinnapartin í dag kom eldur í Skúlan á Ziskatrøð. Eldur var í á loftinum, og nógvur roykur kom frá eldinum.

- Tað var nógvur hiti og roykur frá eldinum, men vit vóru tíðliga á staðnum og fingu sløkt eldin, áðrenn hann breiddi seg, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari í Klaksvík.

Hóast eldurin var sløktur, áðrenn hann kundi breiða seg og gera veruligan skaða, er nakað av eld- og roykskaða á skúlanum. Roykur er farin um stóran part av skúlanum.

Í kvøld og í nátt verður luftað út á skúlanum, og síðani skal skúlin eisini vaskast, áðrenn næmingar sleppa innaftur.

Skúlastjórin hevur tí gjørt av, at allir næmingar, sum ganga í 1. til. 8 flokki á Ziskatrøð, hava frí mikudagin. 9. og 10. flokkarnir møta sum vanligt.