The Herald skrivar, at grannalondini hjá Zimbabwe eiga at fáa Robert Mugabe, forseta og Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðara at semjast um at skipa eina samstarvs- og tillagingarstjórn, sum skal skipa fyri fríum og frælsum valum.
Orðini hjá blaðnum hava vakt ans, tí vanliga verður The Herald mett sum eitt blað, ið hevur gott samband við zimbabwiska stjórnarflokkin ZANU-PF. Eygleiðarar halda tí, at innihaldið kann vera ein fráboðan um, at tílík hugskot verða umrødd í flokkinum og stjórnini.
Samstundis veksur misnøgdin í fleiri av grannalondunum hjá Zimbabwe. Í gjár segði zambiska stjórnin, at Mugabe eigur at lurta eftir andstøðuni, og í Suðurafrika sigur ANC-leiðarin, Jakob Zuma, at afrikanskir leiðarar eiga at gera sína ávirkan galdandi.









