Özil bjargaði Real Madrid – City so gott sum úti

Mesut Özil javnaði í evstu løtu til 2-2 í Champions League dystinum móti Borussia Dortmund. Manchester City er so gott sum úti, eftir at teir bara fingu eitt stig móti Ajax.

 

Týska meistaraliðið var annars um reppið at vinna sín annan dyst móti Real Madrid í ársins Champions League bólkaspæli. Marco Reus legði Dortmund á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Pepe var skjótur at javan við stútara fyri heimaliðið.

 

Beint fyri hálvleik kom Dortmund aftur á odda. Gott álop endaði við, at Mario Gotze fekk prikað bóltin í málið til 2-1. Tað er eitt sindur ivasamt um talan er um sjálvmál. Í seinna hálvleiki trýsti Real Madrid nógv, men málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu, tá Mesut Özil skoraði beinleiðis upp á fríspark.

 

Manchester City er í stórum trupulleikum í bólki D og fekk bara javnleik á heimavølli móti Ajax. Úrslitið merkir, at Manchester City bara hevur tvey stig. Teir skulu nú vinna báðar dystirnar, sum eru eftir umframt at hini úrslitini skulu laga seg til teirra fyrmun.

 

Champions League:

 

Bólkur A:

Dynamo Kiev – Porto 0-0

PSG – Dinamo Zagreb 4-0

 

Bólkur B:

Olympiakos – Montpellier 3-1

Schalke 04 – Arsenal 2-2

 

Bólkur C:

Milan – Malaga 1-1

Anderlecht – Zenit 1-0

 

Bólkur D:

Manchester City – Ajax 2-2

Real Madrid – Dortmund 2-2