Zidane takkar fyri seg

Zinedine Zidane hevur verið ímyndin av steypaøðini hjá Real Madrid seinnu árini

Real Madrid skal hava nýggjan venjara. Navnframi Zinedine Zidane hevur á øðrum sinni takkað fyri seg sum venjari hjá Real Madrid. Bæði sum spælari og sum venjari hevur hann sett sín dám á felagið.

 

Felagið skrivar á heimasíðuni, at nú er tíðin komin at virða hansara avgerð, og at Real Madrid altíð fer at verða eitt heim fyri Zinedine Zidane. Tað er púra greitt, at tað er talan um eina avgerð, sum báðir partar góðtaka.

 

Zinedine Zidane hevur verið venjari hjá Real Madrid í tveimum umførum. Hesa ferð tók hann við í mars 2019. Tað hevur leingi ljóðað, at franski heimsmeistarin hevur umhugsað støðuna. Real Madrid skal nú hava nýggjan venjara.