Tað verður ongin minni enn livandi legendan, Zinedine Zidane, sum skal verða hjálparvenjari hjá Real Madrid. Tað bleiv kunngjørt á tíðindafundi á Santiago Bernabeu í dag.
Tað hevur í eina tíð verið greitt, at tað verður 54 ára gamli italiumaðurin, Carlo Ancelotti, sum skal venja Real Madrid komandi kappingarár. Í dag bleiv tað so kunngjørt, at hann fær ein trý ára sáttmála. Við í pakkanum er eisini ein tann kendasti fótbóltsspælarin í heiminum fraklendingurin Zinedine Zidane.
Hann hevur verið umboðsmaður fyri Real Madrid farna kappingarár, men nú hevur hann fingið nýggjan leiklut. Hann skal verða hjálparvenjari hjá felagnum, sum hann umboðaði frá 2001 til 2006.
Zinedine Zidane er í dag 41 ára gamal og spældi fyriuttan Real Madrid eisini við Cannes, Bordeaux og Juventus, umframt 108 landsdystir fyri Frakland.
Mynd: Zinedine Zidane(t.v) saman við Carlo Ancelotti, nýggjum venjara í Real Madrid