Zidane sett dreymaliðið í Premier League

Hóast hann ikki spældi har sjálvur, so hevur hann nú útnevnt 11 teir bestu.

Zinedine Zidane hevur sum venjari, júst sum hann gjørdi sum spælari, vunnið seg upp á tindarnar, og er hann nú venjari hjá Real Madrid, har hann sjálvur spældi síðstu árini av yrkisleiðini.


Hann hevur spælt í Ligue 1, Seriu A og La Liga, og hóast hann ongantíð hevur spælt í Premier League, so hevur hann nú valt liðið, sum hann metir er tað besta í Premier League-søguni.


Tað er í samrøðu við ShortList, at Zidane avdúkar teir 11, sum hann metir hava verið bestir:


(Uppstilling: 4-1-2-1-2)

Peter Schmeichel

Gary Neville
Jaap Stam
Rio Ferdinand
Ashley Cole

Claude Makelele

Patrick Vieira
Steven Gerrard

Paul Scholes

Thierry Henry
Cristiano Ronaldo