Fótbóltur
»Takk fyri Zidane« og »Zizou - leið okkum til HM« vóru millum skeltini, sum vóru at síggja kring vøllin, tá Frakland mikukvøldið spældi venjingardyst móti Fílabeinsstrondini.
Hóast liðið hesaferð eisini gav come-back til Liliam Thuram og Claude Makelele, so var tað Zinedine Zidane, sum tað mesta snúi seg um. Gávaði spælarin, sum av fleiri verður roknaður á hædd við Pelé og Maradona í alheims fótbóltssøgu, hevur aftur játtað at vera partur av franska landsliðnum, og hóast hann ikki domineraði dystin, so slapp hann at seta sítt týðilig merki á kortini. Ikki minst, tá hann í seinna hálvleiki økti til 2-0. Hini bæði fronskuk málini skutu William Gallas og Thierry Henry.
Danir í hopla
Donsklu miðlarnir fingu ovmikið at frøast um, tá tað í Parkini eydnaðist dønum at senda enska landsliðið heim við størsta tapinum í 25 ár.
4-1 gjørdist úrslitið í dystinum, men í Onglandi varð ikki tosað um, hvussu góðir danir vóru. Heldur varð fokus sett á eina katastrofala enska byrjan til seinna hálvleik, har danir - væl hjálptir av David James - at kalla avgjørdu dystin innan fáar minuttir.
Aðrastaðni spældu Týskland og Holland javnleik í einum undirhaldandi dysti. Noreg mátti taka til takkar við einum 2-0 tapi fyri Sveis, har tann í Føroyum so væl kendi Alexander Frei skeyt eitt av sveisisku málunum.
Og loksins so eydnaðist eisini Svøríki at fáa eitt gott úrslit. Sviar tóku á heimavølli móti Kekkia, og her tryggjaðu Henrik Larsson og Markus Rosenberg grannum okkara ein 2-1 sigur móti sterku kekkunum.