Í gjárkvøldið greiddi Zinedine Zidane fyrstu ferð frá hendingini, tá ið hann fekk reyða kortið í HM-finaluni sunnukvøldið. Hann brast saman við italskan verjuspælara og varð vístur út.
- Hann togaði fleiri ferðir í troyggjuna hjá mær, men eg segði honum bara, at vildi hann hava troyggjuna, so kundi hann fáa hana eftir dystin.
- Síðani tosaði hann niðursetandi um systur mína og mammu mína. Eg helt mær fyrstu og aðru ferð, men tá hann triðu ferð endurtók hetta, misti eg tamarhaldið á mær sjálvum. Eg eri ein maður, og summi orð raka harðari enn onnur. Og satt at siga, so vildi eg heldur verið sparkaður niður, heldur enn at hoyra slíkt.
- Eg vil biða um umbering, tí eg var avgjørt ikki nøkur góð fyrimynd í hasum førinum. Ikki minst, tí hópin av børnum kring allan heim hugdu at. Men eg angri einki. Gjørdi eg tað, so vildi eg samstundis viðgingið, at Materazzi hevði rætt til at siga tað, sum hann segði, og tað hevði hann ikki.
Soleiðis greiddi Zinedina Zidane frá hendingini, sum gjørdist keðiliga punktumið yrkisleiðini hjá einum av bestu spælarunum í fótbóltssøguni. Undan hendingini, sum bar reyða kortið við sær, høvdu Zidane og Materazzi als ikki verið í hornatøkum í dystinum.
Matarazzi vísir øllum aftur
Mamman hjá Zidane er í løtuni á sjúkrahúsi í viðgerð fyri álvarsliga sjúku. Men Materazzi heldur fast um, at hann ikki segði nakað slíkt.
- Eg segði einki um um trúðarlív, rasismu ella politik. Og eg segði avgjørt einki um systur ella mammu hansara. Eg mist sjálvur mammu mína, tá eg var 15 ára gamal. Eg visti einki um, at móðir hansara var á sjúkrahúsi, men eg ynski henni alt tað besta, sigur Marco Materazzi, sum veruliga var í miðdeplinum í finaluni.
Fyrst var hann maðurin, sum framdi brotssparkið, ið Italia skoraði uppá. Síðani javnaði hann til 1-1. Og eftir 110 minuttum var hann altso maðurin, sum merkti seinasta stútaran í glæsiligu yrkisleiðini hjá Zinedine Zidane.










