Franska legendan, Zinedine Zidane, var í gjár settur í starv sum nýggjur Real Madrid, eftir at Rafael Benitez fekk sekkin.
Og longu beinavegin byrjaðu søgurnar at koyra um leikarar sum kundu vera á veg úr Real Madrid, umframt leikarar sum kundu vera á veg inn í felagið.
Fleiri útlendskir miðlar halda seg vita, hvør leikari stendur ovast á ynskilistanum hjá nýggja Real Madrid venjaranum. Tað er belgiski Eden Hazard, sum Zinedine Zidane fleiri ferðir hevur róst.
Belgiski leikarin hevur seinastu tíðina verið heldur ónøgdur í London, og tí er eitt skifti ikki óhugsandi. Harafturat hevur kappingarárið hjá Eden Hazard heldur ikki eydnast líka væl í ár, sum í fjør, tá hann var avgjørdi lyklaleikarin hjá Chelsea.
Eden Hazard hevur millum annað ikki skotið eitt mál í kappingarárinum enn fyri Chelsea.
Men lítil ivi man vera um, at Real Madrid má gjalda nógvar pengar, fyri at keypa belgiska úrmælingin leysan úr Chelsea.











