Ukrainski forsetin sigur seg vera sannførdan um, at nógv umrøddi hjálparpakkin úr USA til Ukraina fer at fáa undirtøku í amerikansku kongressini. Á myndini eru Volodymyr Zelenskyj og Joe Biden.

Zelenskyj: - Vónar friðarsamráðingar til várs

Sveis verður vertsland fyri toppfundi, har ein friðarætlan, sum verður løgd fram av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, verður viðgjørd.

Ukrainski forsetin sigur seg vera sannførdan um, at nógv umrøddi hjálparpakkin úr USA til Ukraina fer at fáa undirtøku í amerikansku kongressini. Á myndini eru Volodymyr Zelenskyj og Joe Biden.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur sambært Reuters, at hann vónar, at friðarsamráðingar kunnu verða í Sveis til várs. Hann vísir á, at ein friðarætlan, sum verður fyrireikað saman við samstarvspørtum í Sveis, fer at verða løgd fyri Russland.

 

Í dag segði stápsleiðarin hjá ukrainska forsetanum, Andrij Jermak, at Ukraina saman við samstarvspørtum helst fara at bjóða Russlandi við til friðarráðstevnuna í Sveis, har russiska innrásin í Ukraina verður til umrøðu.

 

Sveis verður vertsland fyri toppfundinum, har ein friðarætlan, sum verður løgd fram av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, verður viðgjørd, og Andrij Jermak sigur, at Russland kann verða bjóðað við seinni í tilgongdini. 

 

Sambært Reuters leggur Volodymyr Zelenskyj dent á, at ein sigur í krígnum móti russiska hersetingarvaldinum avhongur av stuðli úr vesturheiminum, og ukrainski forsetin sigur seg eisini vera vísan í, at umrøddi hjálparpakkin úr USA at enda fer at fáa undirtøku í kongressini.

 

 

 

Ukrainski forsetin sigur seg vera sannførdan um, at nógv umrøddi hjálparpakkin úr USA til Ukraina fer at fáa undirtøku í amerikansku kongressini. Á myndini eru Volodymyr Zelenskyj og Joe Biden.