Zelenskyj við í ferðsluvanlukku

Ein talsmaður fyri forsetan upplýsir, at Volodymyr Zelenskyj hevur ikki fingið álvarslig mein.

 

 

 

Í kvøld skriva útlendskir miðlar, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í dag hevur verið við í einari ferðsluvanlukku.

 

Sagt verður, at hendingin fór fram í høvuðsstaðnum, Kyiv, og tað er eitt nú tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi.

 

Ein talsmaður fyri forsetan upplýsir, at Volodymyr Zelenskyj hevur ikki fingið álvarslig mein í ferðsluvanlukkuni.

 

Sagt verður eisini, at ein lækni kannaði forsetan á staðnum. Fleiri upplýsingar eru ikki um hendingina í løtuni.