- Okkara vápn eru vápn hjá Nato, og okkara virðir eru tey somu, sum Nato stendur fyri. Hetta eigur at verða staðfest í Vilnius, sigur ukrainski forsetin, sum á myndini er á vitjan í Hvítu Húsunum.

Zelenskyj: - Ukraina er "de facto" limur í Nato

Ukrainski forsetin sigur, at Nato-toppfundurin í Vilnius eigur at viðurkenna, at Ukraina er ein "de facto" limur í verjusamgonguni.

 

 

 

- Okkara vápn eru vápn hjá Nato, og okkara virðir eru tey somu, sum Nato stendur fyri. Hetta eigur at verða staðfest í Vilnius, sigur ukrainski forsetin, sum á myndini er á vitjan í Hvítu Húsunum.

"De facto" er latínskt og merkir í hesum sambandi, at landið ikki løgfrøðisliga er limur í Nato, men at landið kortini í praksis er limur. 

 

- Ein meiriluti av londunum í Nato standa saman við okkum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einum video-broti í dag.

 

Hann vísir á, at tá Ukraina søkti um limaskap í Nato, var hetta ein erlig umsókn, sum hann tekur til.

 

- Okkara vápn eru vápn hjá verjusamgonguni, og okkara virðir eru tey somu, sum Nato stendur fyri. Hetta eigur at verða staðfest í Vilnius, sigur forsetin.

 

Um dagarnar útilokaði amerikanski forsetin, Joe Biden, at Ukraina kann gerast lmur í Nato, meðan landið er í kríggi.

 

- Eg trúgvi ikki, at semja er í Nato um at loyva Ukraina at gerast limur í Nato-familjuni mitt í einum kríggi, segði Joe Biden í samrøðu við CNN.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

- Okkara vápn eru vápn hjá Nato, og okkara virðir eru tey somu, sum Nato stendur fyri. Hetta eigur at verða staðfest í Vilnius, sigur ukrainski forsetin, sum á myndini er á vitjan í Hvítu Húsunum.