Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ávarar nú amerikansku kongressina.
- Ukrainsku herdeildirnar noyðast at taka seg aftur av hermótinum, um landið ikki fær ætlaða amerikanska stuðulspakkan.
Tað veit Washington Post, sum endurgevur ukrainska forsetan, at siga í dag.
- Uttan amerikanska stuðulin, hava vit hvørki luftverju, patriot-rakettir, 155 millimetra løðingar ella útgerð til elektroniska krígsførslu, sigur hann við blaðið.
Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at tá soleiðis er, noyðast ukrainsku herdeildirnar at taka seg aftur á hermótinum.
Ein hjálparpakki á 60 milliardir dollarar er fyribils blokeraður í amerikansku kongressini - átta mánaðir eftir, at amerikanski forsetin legði hann fram.