Hósdagin hin 26. september fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden og varaforsetan, Kamalu Harris.
Hetta upplýsa Hvítu Húsini í dag, og sagt verður, at tað verður eisini í Hvítu Húsunum, at tey fara at hittast.
Leiðararnir skulu røða um kríggið millum Russland og Ukraina, strategiskar ætlanir, og røðast skal um framhaldandi amerikanskan stuðul móti russiska hersetingarvaldinum.
Ukrainski forsetin verður í USA í næstu viku, har hann fer at luttaka á ST-aðalfundi, og tað verður, meðan hann er í USA, at hann fer at hitta Joe Biden og Kamalu Harris.
Sambært forsetaskrivstovuni hjá Volodymyr Zelenskyj er eisini upp á tal, at ukrainski forsetin skal hitta fyrrverandi forsetan og forsetavalevnið í USA, Donald Trump.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.