Zelenskyj: Russiska framtøkan er steðgað

Í einari samrøðu við franska kringvarpið sigur ukrainski forsetin, at støðan nú er nógv betur, enn hon hevur verið seinastu tríggjar mánaðirnar.

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at russiski herurin hevur tikið seg nakað fram í ávísum pørtum av Ukraina, tó at talan ikki er um stór og avgerandi framstig.

 

Men, í dag sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at russiska framtøkan er steðgað, og at støðan hjá ukrainska herinum er nógv betur aftur.

Í einari samrøðu við fronsku sjónvarpsrásina BFM TV sigur forsetin, at støðan nú er nógv betur, enn hon hevur verið seinastu tríggjar mánaðirnar.

 

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at ukrainski herurin byggir verjuskansar yvir fleiri enn 1000 kilometrar, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur fronsku sjónvarpsrásina.