Zelenskyj: Russar leypa á aftur í kvøld

Tíðliga í morgun leyp Russland á við fleiri sjálvmorðsdronum, og í Kyiv lótu fýra fólk lív, og fleiri vórðu særd.

Seint í kvøld veit ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at siga, at russar fremja nýggj dronu-álop í Ukraina í kvøld.

 

Reuters veit sambært forsetanum at siga, at talan er um eina bylgju av álopum við sonevndum sjálvmorðsdronum.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at nakrar at dronunum er skotnar niður av ukrainska herinum.

 

Sambært Reuters upplýsir forsetin ikki, hvar í landinum álopini í kvøld eru framd, ei heldur um nakar er dripin ella særdur.

 

Tíðliga í morgun leyp Russland á við fleiri sjálvmorðsdronum, og í Kyiv lótu fýra fólk lív, og fleiri vórðu særd.