Zelenskyj fer til Belgia at skriva undir trygdaravtalu

Ukrainski forsetin fer nú saman við belgiska forsætisráðharranum at skriva undir eina trygdaravtalu í Belgia.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var í gjár í Madrid, har hann hitti Pedro Sanches, forsætisráðharra, og har teir skrivaðu undir eina trygdaravtalu. Í dag fer hann víðari til Belgia. Foto: Juan Carlos Rojas/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer í dag til Belgia, har hann skal skriva undir eina trygdaravtalu við landsins forsætisráðharra, Alexander De Croo.

Tað upplýsir belgiska stjórnin sambært tíðindastovuni Reuters.

Meðan ukrainskar deildir stríðast við at halda russisku deildunum aftur, arbeiðir ukrainski forsetin við at útvega meira hernaðarligan stuðul frá teimum sameindu hjá Ukraina vestanfyri.

Í gjár vitjaði Zelenskyj í Spania, har forsætisráðharrin, Pedro Sanchéz, skrivaði undir eina trygdaravtalu, sum merkir, at Spania næsta árið fer at senda hernaðarliga stuðul til Ukraina fyri eina milliard evrur. Tað svarar til um 7,5 milliardir krónur.

Ukraina hevur skrivað undir fleiri slíkar avtalur við tess sameindu, har landið hevur tryggjað sær stuðul. Tað er bæði sum vápn og venjing av deildum.

Í eini skrivligari viðmerking upplýsir belgiska stjórnin, at Zelenskyj og De Croo eisini fara at hava tíðindafund undir vitjanin hjá ukrainska forsetanum.

/ritzau/

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var í gjár í Madrid, har hann hitti Pedro Sanches, forsætisráðharra, og har teir skrivaðu undir eina trygdaravtalu. Í dag fer hann víðari til Belgia. Foto: Juan Carlos Rojas/Ritzau Scanpix