Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, er í dag komin til Týsklands á vitjan.
Tað upplýsir týska løgreglan.
- Zelenskyj hevur eina avtalu í Rhein-Main-økinum í Frankfurt, upplýsir eitt talsfólk hjá løgregluni fyri AFP-tíðindastovuni.
Tað er ikki alment kent, hvør avtalan hjá ukrainska forsetanum er.
Volodymyr Zelenskyj hevur eisini vitjað í Noregi, haðani hann er komin til Týsklands seinnapartin í dag.
Vitjanin hjá forsetanum er í einari tíð, har forsetin roynir at tryggja sær framhaldandi stuðul úr vesturheiminum til kríggið móti Russlandi.