Volodymyr Zelenskyj sigur sambært Sky News, at samrøðurnar millum londini halda fram, men í løtuni er bara talan um "orð" - og einki ítøkiligt.
Samstundis, sum ætlanin er at halda fram við samráðingunum, sigur forsetin, at ukrainskar herdeildir nú fyrireika seg til nýggj russisk álop í Donbas-regiónini har eysturi í landinum.
Ukrainski samráðingarmaðurin, Mykhailo Podoljak, hevur annars sagt seg vera "optimistiskan" eftir samrøðurnar við Russland í Istanbul í Turkalandi í vikuni.
Her legði ukrainska samráðingarnevndin fram eitt uppskot um, at Ukraina ikki skal loyva útlendskum hernaðarstøðum í landinum, samstundis sum Ukraina ikki verður limur í Nato.
Davyd Arakhamia, sum er ein annar ukrainskur samráðingarmaður, sigur við Sky News, at friðarsamrøðurnar fara at halda fram fríggjadagin.
Ukraina hevur skotið upp, at fundurin verður millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin.
Men, her hevur Russland sagt, at neyðugt er fyrst at koma nærri einari avtalu landanna millum, áðrenn ein fundur millum forsetarnar kann gerast veruleiki.
##med2##