Zelenskyi: Ongin friður fyrr enn Krim aftur er á ukrainskum hondum

Boðini frá ukrainska forsetanum koma í kjalavørrinum av, at tað týsdagin vóru fleiri spreingingar á eini russiskari flogstøð á tí hersettu Krim-hálvoynni

Har verður ikki friður aftur, fyrr enn Krim-hálvoyggin aftur er á ukrainskum hondum.

 

Soleiðis segði ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky í eini sjónbanda-talu.

 

- Hetta russiska kríggið mótvegis Ukraina og ímóti øllum tí frælsa Europa byrjaði við Krim, og tað fer at enda við Krim – frígerðingini av Krim. Í løtuni er tað ógjørligt at siga, nær hetta fer at henda. Men vit savna allatíðina teir neyðugu liðirnar til frígerðingina av Krim, sigur Zelenskyi forseti.

 

Boðini koma í kjalavørrinum av, at týsdagin vóru fleiri spreingingar á eini russiskari flogstøð á tí hertiknu Krim-hálvoynni.

 

Russland sigur, at fimm persónar vórðu meiðslaðir, meðan ein persónur lat lív.

 

Russland sigur, at spreingingin komst av einum óhappi á eini lóðurgoymslu á flogstøðini og undirstrikar, at teir ikki eru blivnir álopnir.

 

 

 

Týsdagin skrivaði ukrainska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni Reuters, at mann ikki kennir til atvoldirnar av spreingingunum.