Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, ákærir nú Russland fyri at taka til tað, hann kalla »kjarnorkuyvirgang«, eftir at russiskar deildir hava lopið á ukrainska kjarnorkuverkið Zaporizjzja.
– Einki annað land enn Russland hevur áður skotið ímóti kjarorkureaktorum. Hetta er fyrstu ferð í søguni – í søguni hjá mannaættnini, segði Zelenskij, sum heldur, at Russland ætlar at endurtaka Tjernobyl-vanlukkuna.
– Eldur er í størsta kjarnorkuverkinum í Evropa, segði ukrainski leiðari tíðliga í morgun í eini video á boðtænastuni Telegram.
Sløkkiliðsfólk sløktu eldin tíðliga í morgun, og ætlanir hava ikki verið um at flyta fólk burtur úr íbúðarøkjum nærindis.
Ukrainski forsetin segði, at russiskir stríðsvognar høvdu vælútgjørd termisk kamera, sum vísa hitan á málinum.
– Tað merkir, at teir vistu, hvørjum teir skutu ímóti. Teir høvdu fyrireikað tað, sigur hann.
Zaporizjzja, sum liggurt í landssynningspartinum í Ukraina, hevur seks reaktorar. Tað er størsta kjarnorkuverk í Evropa.
Amerikanski orkumálaráðharrin, Jennifer Granholm, sigur, at verkið er vart av sterkum bygnaði, og at reaktorarnir vórðu stongdir tíðliga undir álopinum. TAð sigur hon eftir at hava tosað við ukrainska orkumálaráðharran., Herman Halusjtsjenko, sum undir álopinum bað Nato um at taka stig.
– Vit krevja eitt veruligt átak við harðastu tiltøkum – eisini frá Nato og londum, sum hava kjarnorkuvápn, skrivaði Halusjtsjenko á Facebook í morgun sambært tíðindastovuni dpa.
Orkumálaráðharrin heldur uppá, at ukrainska kjarnorkuverkið varð álopið bæði av jørðini og úr luftini.
Ukranski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, skrivaði í einum tweeti, at russiski herurin skeyt úr øllum ættum. Hann ávaraði um, at ein vanligu kundi verið tíggju ferðir verri enn Tjernobyl.
/ritzau/dpa