Zarko aftur til Team Klaksvík

Zarko Pejovich verður spælandi venjari hjá Team Klaksvík. Hann kemur aftur til felagið, sum hann hevur umboðað seinastu tvey árini.

 

Fyrst í feburar fær Team Klaksvík tiltrongdan styrk, tá Zarko Pejovich aftur verður spælandi venjari hjá heimleysa felagnum í Klaksvík. Team Klaksvík hevur einki stig fingið enn, men Fríðin Ziskason, núverandi venjari hjá felagnum, vónar at tað við Zarko á liðnum fer at eydnast at koma á stigatalvuna, og arga onkur av hinum liðnum.

 

Team Klaksvík hevur verið heimleyst síðani dómarafelagið noktaði at døma í Badminton høllini, tí umstøðurnar vóru og vánaligar. Millum annað lekur takið illa, so steðgir eru í dystunum, tá tað regnar.

 

Team Klaksvík fekk lovað frá klaksvíkar kommunu, at viðurskiftini skuldu koma upp á pláss, men fyribils er einki hent.

 

Team Klaksvík hevur í kvøld heimdyst í fjórðingsfinaluna í Coca Cola Cup steypakappingini. Dysturin verður spældur í KÍ høllini.