Í vikuni kom eitt farmaskip hjá Eimskip á Miðvág við betongelementum til Zarepta í Vatnsoyrum, sum verður útbygt við tveimum nýggjum bygningum.
Bygningarnir, sum tilsamans verða 2.300 fermetrar, fevna um nýggj kømur til gentuliðini á summaralegunum, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll og parkerinsøki. Harumframt eru brúsu- og skiftingarrúm, turkirúm, klædnarúm til vásaklæðir, ítrivsrúm, bókasavn og teldurúm.
Á ovastu hædd er gentudeildin við tólv kømrum við wc-um og brúsum.
Nýggja svimjihøllin fer at hava tveir hyljar, ein lítlan til smábørn og ein stóran við spæliøki og skreiðibreyt.
Haraftrat kemur uttanumøkið, sum verður innrættað til umleið 100 nýggj parkeringspláss umframt pláss til tríggjar bussar.
Bygningarnir, sum nú verða reistir og innilokaðir, eru teir fyrstu í eini heildarætlan fyri leguøkið í Vatnsoyrum.
Arbeiðið við at seta bygningarnar upp byrjar mánadagin 26. august og verður ætlandi liðugt um miðjan oktober.
Myndina tók Birgir W. Høgnesen.