Zarepta ger alt fyri at fyribyrgja pedofili

Í síðstu viku tveitti Ekstra Blaðið enn eina bumbu í tað føroyska samfelagið, tá ið eitt videoinnslag um pedofili í Føroyum varð almannakunngjørt – har vóru eisini skuldsetingar ímóti Zarepta

Í síðstu viku tveitt Ekstra Blaðið enn eina bumbu í tað føroyska samfelagið, tá ið eitt videoinnslag um pædofili í Føroyum varð almannakunngjørt. Her fylgdi Ekstra Blaðið einari føroyskari kvinnu, sum sigur seg vera misnýtta av pápa sínum í mong ár. Kvinnan sigur eisini, at ein leiðari á Zarepta hevur misnýtt hana, tá ið hon var á legu har sum barn.

 

John Færø, umboð fyri Zarepta, vitjaði í rásarúminum hjá Rás2 í farnu viku, og hann greiddi millum annað frá hvat Zarepta ger fyri at fyribyrgja pedofili.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.