Zambia vinnari av Afrika Nations Cup

Zambia hevur vunnið Afrika Nations Cup eftir brotssparkskapping. Tað skuldu 18 brotsspørk til áðrenn vinnarin varð funnin. Arsenal vongurin, Gervinho, brendi tað, ið vísti seg at verða avgerandi brotssparkið. Talan er um eina sensatión at Zambia vinnur kappingina.

 

Einki mál kom í vanligari leiktíð. Besta møguleikan hevði Chelsea framherjin, Didier Drogba, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Fílabeinsstrondina. Didier Drogba rakti tó bóltin illa, sum fór langt uppum.

 

Tí varð farið til brotssparkskapping. Hóast brotsparkspletturin ikki gjørdi tað lætt hjá teimum, ið skuldu skjóta, so vóru tey flest væl skotin. Millum annað valdi Didier Drogba at royna eina ferð afturat og skoraði.

 

Tíggju tey fyrstu fóru í mál. Fimta skotið hjá Zambia skjeyt málmaðurin hjá teimum. Sum teir undan honum, so skoraði hann trygt.

 

Manchester City miðverjin, Kolo Toure brendi 15. brotssparkið, men Zambia tók ikki av. Síðani brendi Grevinho 17. brotssparkið. Hesa ferð tók Zambia av og akoraði avgerandi brotssparkið, ið ger Zambia til afrikanskar meistarar.