Bólkurin Zamar, sum er Eyðun Jacobsen saman við døtrunum Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen, bleiv stovnaður í 2008.
Tey hava útgivið eina fløgu, sum nevnist »Vit eiga vón«. Nú koma tey so við enn einari fløgu, sum hevur fingið heitið »Lat ljósið brenna«. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, av dugnaligum amerikanskum tónleikarum. Røddirnar eru tiknar upp í Raclip Studio í Hvannasundi.
Fløgan er ljóðblanda og mastra í Crossroads Stjudio.
Stílurin er southern gospel og country.
15 sangir eru á fløguni harav 13 eru á føroyskum, meðan tveir eru á enskum.
Á hesi fløguni eru eisini gestasangarar við. Kvartettin í Betesda luttekur við einum sangi. Tað eru umleið 38 ár síðani teir vóru í studio seinast.
Ein annar spennandi gestur á fløguni er kendi amerikanski country sangarin Woody Wright. Woody er millum annað kendur frá Gaither Homecoming, og hevur hann skrivað eitt ótal av sangum, og hevur esini fleiri fløguútgávur á baki. Á fløguni syngur hann ein av sínum egnu sangum saman við Zamar.
Mánakvøldið 25. mars klokkan 19.30 verður so útgávukonsert í Kelduni, Skálafirði. Umframt fløguaktuella Zamar, saman við sera dugnaligum tónleikarum, so luttekur Kvartettin í Betesda.
Tað er eisini eydnast at fáa sjálvan Woody Wright at koma til Føroyar fyri at luttaka á útgávukonsertini hjá Zamar. Hann kemur sjálvandi at syngja fleiri sangir.
Hoyrið ljóðbrot niðanfyri: