Zakharova: - Tit fáa eitt pínufult aftursvar

G7-londini eru samd um, at hjálp til Ukraina skal fíggjast við frystum russiskum pengum og ognum uttanlands.

 

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, ávarar í dag vesturheimin um at brúka russiskar pengar og ognir. Talan er um virðir, sum landið hevði í evropeiskum londum, áðrenn Russland leyp á Ukraina í februar fyri meira enn tveimum árum síðan.

 

- Verða hesi virðir brúkt, fer tað at føra til eitt pínufult aftursvar til Brússel, sigur Maria Zakharova sambært Reuters í dag.

 

Útsagnirnar koma sama dag, sum G7-londini eru vorðin samd um at veita Ukraina 50 milliardir dollarar í láni. Ætlanin hjá G7-londunum er, at hetta skal fíggjast við frystum russiskum pengum og ognum uttanlands.

 

Men, hetta hóvar ikki talskvinnuni hjá russiska uttanríkisráðnum, Mariu Zakharovu, sum sambært Reuters rópar ætlanina kriminella. 

 

Forkvinnan í Evropanevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at ætlanin við at lata Ukraina lán fyri russisk virðir í Evropa, er, at tá noyðist russiski forsetin, Vladimir Putin, at gjalda fyri oyðileggingar, sum hann hevur framt í Ukraina.