Zakaris og Mortan bestu veteranarnir

Bridge: FM fyri veteranar varð spælt leygardagin. Tveir av teimum elstu vunnu.

FM í bridge fyri veteranar var spælt leygardagin. Teir elstu, sum vóru við í kappingini vunnu eisini - meiri enn 140 ára gamlir til samans. Tað vóru Mortan Rasmussen og Zakaris Joensen úr Havn. Teir løgdu seg á odda í fyrsta umfari og hildu seg har øll 45 spølini.

Ofta eru tað teir yngru bridgespælararnir, sum klára seg best. Men í kappingini fyri veteranar, har spælarar kunnu vera niður í 53 ár, vóru tað kortini teir báðir, sum eru farnir um tey sjeyti, sum vunnu kappinginga. FM í bridge fyri veteranar vísti enn einaferð, at bridge er eitt spæl, har allir aldursbólkar kunnu vera við og vinna.

Nummar tvey vóru Niels E. Nielsen og Bjarki Johannesen.