Zakarias sambandsmaður í sjey ár

Pauli Ellefesen og Georg L. Samuelsen fingu hann til sambandsmann – lestrarfelagi hansara í Århus, Margreta prinsessa, fekk hann til loysingarmann

Pauli Ellefesen og Georg L. Samuelsen fingu hann til sambandsmann – lestrarfelagi hansara í Århus, Margreta prinsessa fekk hann til loysingarmann.

 

Loysingarmaðurin Zakarias Wang, sum stillar upp til fólkatingið fyri at loysa Føroyar frá Danmark hevur eina fortíð sum sambandsmaður.

 

Tað var Pauli Ellefsen sum í 1954 fekk Zakarias Wang til sambandsmann. Tað váttar Zakarias Wang í grein á in.fo, sum KANN LESAST HER.

 

Zakarias Wang gekk tá á Studenta- og preliminerskeið Føroya Løgtings. Har høvdu tey havt poltiskan fund eitt vikuskifti, Zakarias hevði verið heima við hús í Kaldbak. Eingin hevði vart borg fyri Sambandsflokkin á hesum fundi, og tað hildu tey vera spell. Endin var, at tað varð Zakarias Wang sum vardi sambandsflokkin á næsta fundi.

 

Saman við Paula Ellefsen, sála, vardi Zakarias Wang nú Sambandsflokkin á fundum á stundentaskúlanum upp undir løgitngsvalið í 1954. Fyri at brynja seg enn betur fór teir til blaðstjóran á Dimalætting, Georg L. Samuelsen at leita sær ráð og íblástur.

 

Trúskapurin hjá Zakariasi Wang vardi í sjey ár. Lestrarárini í Keypmannahavn var hann trúgvur sambandsmaður – men fór tó at ivast.  Tá hann í 1961 hevði eina framløgu í sambandi við stjórnmálafrøðilesnaðin var hann komin til niðurstøðu, at hann skuldi venda Sambandsflokkinum bakið.

 

– Ein av studentunum var Margreta prinsessa, sum júst var komin at lesa stjórnmálafrøði í eitt ár saman við okkum fáu. Eftir at eg hevði havt mína framløgu, var orðaskifti. Margreta spurdi, um eg kundi greiða frá, hvat ið læknastríðið í Klaksvík snúði seg um. Eg kundi í stuttum siga, at tað á mangan hátt var eitt politiskt stríð, sum fekk eina politiska loysn, sigur Zakarias Wang, sum endar frágreiðingina soleiðs:

 

– Við hesum vóru míni sjey ár sum sambandsmaður liðug: frá studentaskúlatrappuni í 1954 til framløguna fyri Margretu prinsessu á universitetinum í Århus í 1961