Í ár er tað Zacharias Heinesen, ið sýnir fram á árligu summarframsýningini í Norðurlandahúsinum.
Zacharias sigur, at hann varð biðin at sýna fram í ár ella næsta ár, men næsta ár hevði pápi hansara, William Heinesen, fylt 100 ár, og nógv verður gjørt burtur úr hesum. Tí valdi Zacharias at sýna fram í ár, so samanfall ikki verður.
Stórir málningar
Zacharias sigur, at hann er farin at mála størri málningar, enn hann áður hevur gjørt. Eisini á føroysku framsýningini á Den Frie hevði hann stórar myndir við. Hann metir eisini, at rúmið, Norðurlandahúsið, krevur stórar myndir.
Myndirnar eru størri, men stílurin er hin sami, sum vit kenna. Onkur hevur kallað Zacharias impressionist, men sjálvur er hann ikki heilt samdur, tí hann sigur, at myndirnar ofta eru múraðar upp í tjúkkum løgum. Impressionistarnir nýttu oftast tunn løg. Hann viðgongur tó, at ljósið kanska er impressionistiskt.
Eisini hevur Jógvan Isaksen einaferð sagt, at gamla søgan, um at Føroyar eru flótandi oyggjar, sæst aftur í myndunum hjá Zacharias Heinesen. Hesum vísir Zacharias ikki aftur, og hann heldur, at kanska er okkurt í hesum.
Zacharias sigur, at hann ofta flytir sjónarringin hægri upp, enn hann í veruleikanum er, fyri at fáa meira hav við. Um hví hann ofta leitar sær íblástur í Norðoyggjum sigur Zacharias, at hann er hugtikin av fjøllunum har. Tey eru so høg og dramatisk.
Í gjár stríddist listamaðurin við at hongja málningar upp, men sera nógv fólk forvitnaðust og keypihugurin tykist ikki at tróta.
Á summarframsýningini eru bæði myndir til keyps og eisini myndir, ið eru ogn. Sýningin letur upp í morgin klokkan 17:00 og er opin til 8. august.