Í 1942 tóku reiðfólk stig til setanina av ólavsøku, sum vit kenna hana í dag við skrúðgongu á Vaglið í Havn, har almenna setanin síðani fer fram.
Teir, ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni, vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður, Vilhelm Tórsheim.
Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini eru komnir uppí part hesa hátíðarløtu.
Í ár verður tað leyningurin Zacharias R. Jacobsen ið ber merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Zacharias R. Jacobsen er fleirfaldur føroyameistari í tvíspor í kappríðing.
Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.