Enn ein framsýning við Zachariasi Heinisen í Gamla Seglhúsinum
Fríggjadagin var fernisering við Zachariasi Heinisen í Gamla Seglhúsinum. Símun Gullaksen, sum bjóðaði vælkomin. Hilmar Høgenni, formaður í Føroya Listafelag segði nøkur orð um Zacharis Heinesen og grannalagið teirra millum, og um listina hjá Zacharisi.
Eisini gittarsnillingin Ólav Jacokobsen spældi upp á guittar og frumframførdi hann part av einum verki, sum seinni skal spælast saman við einum heilum symfoniorkestri.
Zacharias hevur verið fýra dagar úti í Fugloy og málað, og er framsýningin sjálvandi merkt av hesi ferð. So næstu dagarnar ber til at síggja spennandi listaframsýningina við íblástri úr Fugloy eftir Zachariasi Heinisen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.