Í hesum døgum hevur føroyski listamaðurin, Zacharias Heinesen, listaframsýning í listaskálanum, Lars Borella í Klampenborg í Danmark.
Framsýningin læt upp leygardagin og tað var fult hús og tað sást á øllum brøgdum, at stórur áhugi er fyri málningunum hjá føroyska listamálaranum, sigur Roland Thomsen, sum eisini hevur tikið myndirnar.
Á framsýningini hevur hann 15 størri oljumálningar og 15 minni vatnlitsmyndir og longu fyrsta framsýningardagin vóru fleiri verk seld.
Framsýningin er opin fríggjadagar, leygardagar og sunnudagar frá klokkan 13-17, ella eftir avtalu.
Tó er stongt Dýrabiðidag, 4. mai og annars endar framsýningin sunnudagin 13. mai.