Zac Efron hevur just fingið bjóðað størsta kekkin í karrieru síni fyri at spæla við í fjóðra ?Pirates of the Carribean?-filminum.
Heili 10 milliónir dollarar fær Zac Efron afturfyri, um hann tekur av tilboðinum um at spæla við í nýggja filminum.
Keldur vilja vera við, at Disney roynur at fáa Efron inn í væl umtókta sjórænaraheimin, so hann sum tíðin líður kann yvirtaka plássið hjá Johnny Depp sum stjørnan í ævintýrinum.
- Í Disney vóru tey klár yvir, at Zac ikki var serliga fegin um at gera ein nýggjan ?High School Musical?-film. Hann hevði longu sagt frá, at hann undir ongum umstøður vildi venda aftur sum ? Troy ? og tí góvu teir honum eitt tilboð í ?Pirates of the Carribean?-filmsrøðini, sum hann ikki kundi siga nei til.










