- Tað er við stórari gleði, at vit fara at yvirtaka virksemið á Hotel Runavík.
Tað skriva tey trý, Nina Due Petersen, Annika Due Jacobsen og Eyðun Petersen.
- Hotel Runavík er ein søguligur bygningur miðskeiðis í Runavík. Hotellið hevur 23 kømur, fundar-og veitsluhøli.
Tey vísa á, at her er eisini vælumtókt matstova, sum hevur opið hvønn dag.
- Nýggja leiðslan á hotellinum ynskir at skapa karmar, sum eisini gagna borgarunum í nærumhvørvinum.
Her verður víst á, at eitt nú fer kafé og lounge at lata upp á hotellinum, sum fara at hava opið hvønn dag frá klokkan 08.
- Vit arbeiða við at lata nýggja virksemið upp á mentanarvikuni í Runavík hin 24. apríl, og her verða ymisk góð upplatingartilboð í kafé'ini.
Tey trý gleða seg at fara til verka, siga Nina Due Petersen, Annika Due Jacobsen og Eyðun Petersen.
##med2##